Vitamin
Neyvan hevur nakar kunnleiki um kost hugtikið menniskjað so nógv sum kunnleikin um vitaminir. Tá fyrstu vitaminirnar vórðu uppdagaðar fyrst í undanfarnu øld, skakaði hetta vitan okkara um sunnan kost.
Í lívevnafrøðini eru vitaminir lívrunnin evnir, sum eru neyðug fyri at menniskju og nøkur djór kunnu trívast best møguligt. Um ein ikki fær tær vitaminirnar, sum ein hevur tørv á, er vandi fyri eyðkendum trotsjúkum. Eisini eru vitaminir neyðugar fyri stoffskiftið, og mugu tær inntakast dagliga, av tí at kroppurin ikki sjálvur kann framleiða hesi evni í nóg stórum mongdum.
Síðan fyrstu vitaminirnar vóru funnar, er, um allan heim, granskað innan økið. Vegna hesari gransking hava vit nú tilráðingar fyri næstan allar vitaminir. Nordic Nutrition Recommendations 2004 inniheldur tilráðingar fyri allar vitaminir fyriuttan vitamin K og pantotensýru.
Síðani 1948, tá vitaminin B12 varð isolerað og identifiserað, hava vit ikki funnið fram til fleiri vitaminir. Fleiri uppskot hava verið frammi, t.d. um vitaminina Q10. Tó er tað enn ikki evnafrøðiliga prógvað, at hetta evnið kann definerast sum ein vitamin.
Søgulig menning
[rætta | rætta wikitekst]Søguliga bakgrundin fyri hvussu vit komu fram til vitaminirnar er ein spennandi siðsøga. Hugtakið vitaminir kom fram í 1920'unum, men tær fyrstu uppdagingarnar eiga sær stað mitt í 1700-talinum. Læknar og aðrir granskarir royndu tá, at fyribyrgja tvær vælkendar og ræðandi sjúkur "beriberi" og "skyrbjóg," og komu soleiðis fram til tær fyrstu vitamin uppdagingarnar.
Tað var serliga umborð á seglskipaflotum, at nógvir sjómenn doyðu av hesum sjúkum. Granskarir gjørdu tí royndir umborð á skipum, har teir broyttu uppá kostin hjá sjómonnunum. Vit vita um enskar og japanskar herflotar sum, vegna broytingar í kostinum, sluppu undan hesum sjúkum.
Í 1890 fann hollendski læknin Ejkman fram til, at polyneuritis hjá fuglum (fugla beri-beri) kundi fyribyrgjast við at geva teimum rísklit gjøgnum matin. Ejkman arbeiddi í einum fongsli í Java, har beri-beri var vanligt millum fangarnar. Hann gjørdi eina roynd, har hann gav fangunum rísklit gjøgnum matin, sum síðani vísti seg at vera lekjandi. Sjálvur visti Ejkman ikki hví, at rísklitið var lekjandi. 10 ár seinni fann starvsfelagi hansara Grijns fram til eina teori, um at rísklit má innihalda eitt evni, sum er neyðugt fyri at kroppurin skal trívast. Í 1910 varð funnið fram til hetta evnið, og árið eftir isoleraði tann polski lívevnafrøðingurin Funk hetta lekjandi evnið frá rísklitinum. Tó var tað ikki fyrr enn í 1926, at Jansen og Donath frá Hollandi kláraðu at framleiða evnið í nóg stórum mongdum, so at tað gav úrslit á menniskjum. Í 1936 varð hetta evnið, thiamin, framleitt syntetiskt og formulin fastlagdur.
Alment navn | Uppdagað (ár) | Isolerað (ár) | Identifiserað (ár) | Onnur nøvn |
---|---|---|---|---|
Feittloysiligar vitaminir | ||||
Vitamin A | 1915 | 1937 | 1946 | Retinol, retinylestere, retinsýra, carotenoider |
Vitamin D | 1918 | 1930 | 1936 | Cholecalciferol, 1,25-dihydroxyvitamin D, 25-hydroxyvitamin D |
Vitamin E | 1922 | 1936 | 1937 | Tocopheroler |
Vitamin K | 1934 | 1939 | 1939 | Menaquinon, phytylmenaquinon (K1) |
Vatnloysiligar vitaminir | ||||
Thiamin | 1921 | 1926 | 1936 | Vitamin B1 |
Riboflavin | 1932 | 1933 | 1935 | Vitamin B2 |
Niacin | 1936 | 1936 | 1864 | Nicotinamid, nicotinsýra |
Vitamin B6 | 1934 | 1938 | 1939 | Pyridoxin, pyridoxal, pyridoxamin |
Pantotensýra | 1933 | 1938 | 1940 | |
Biotin | 1937 | 1943 | ||
Folacin | 1945 | 1945 | 1945 | Folsýra, tetrahydrofolsýra (THFA), dihydrofolsýra (DHFA) |
Vitamin B12 | 1949 | 1948 | 1955 | Cyanocobalamin, hydroxycobalamin |
Vitamin C | 1928 | 1932 | 1933 | Ascorbinsýra, dihydroascorbinsýra |
Almen vitan um vitaminir
[rætta | rætta wikitekst]Vitaminir kunnu býtast upp í 2 bólkar: Feittloysiligar vitaminir og vatnloysiligar vitaminir (sí skemaði omanfyri). Hvussu vitaminirnar eru uppbygdar evnafrøðiliga er avgerandi fyri at skilja hvussu tær virka, eitt nú í tarmunum. Tær feittloysiligu vitaminirnar verða upptiknar saman við feittinum í tarmunum, meðan tær vatnloysiligu vitaminirnar vanliga hava lættari við at verða upptiknar. Tó, í summum førum verða tær upptiknar á serstakan hátt. Vitaminirnar ferðast í blóðinum annaðhvørt einsamallar ella samanbundnar til protein ella protein líknandi evnir. Tær feittloysiligu vitaminirnar kunnu goymast í kroppinum í størri mongdum, meðan tær vatnloysiligu hava minni goymslupláss í kroppinum.
Hvør vitamin hevur sínar serstøku eginleikar. Tær verða upptiknar í kroppinum á ymiskan hátt og summar kunnu vera eitrandi í ov stórum mongdum.
Feittloysiligar vitaminir | Vatnloysiligar vitaminir |
---|---|
Verða upploystar í fitievnum og feittloysisevnum. | Verða upploystar í vatni. |
Verða varðveittar í kroppinum, og kunna tí vera eitrandi í ov stórum mongdum. | Verða bert upptiknar í smáum mongdum í kroppinum. |
Verða ikki útskildar við urininum, men við skarninum. | Verða útskildar við urininum. |
Trotsjúkur verða útviklaðar yvir longri tíð. | Trotsjúkur verða útviklaðar yvir stutta tíð. |
Av tí, at kroppurin kann varðveita tær í longri tíð, er ikki neyðugt fáa tær dagliga. | Eru neyðugar at fáa hvønn dag. |