Hallur Joensen
Hallur Joensen (føddur 22. januar 1967 í Klaksvík) er ein føroyskur country sangari, sum er kendur bæði í Føroyum og uttanlands. Hann hevur eisini gjørt vart við seg í Føroyum innan billiard. Hin 2. november 2013 vann hann “Haldor Holm Cup” billiardkappingina triðja árið á rað. Í 2013 vóru 100 ár liðin síðan Haldor Holm varð borin í heim.[1]
Lívsleið innan tónleik
[rætta | rætta wikitekst]Hallur gav út sína fyrstu fløgu í 2008, hon hevði heitið Pickin’ Time In Nashville og gjørdist mest selda fløga í Føroyum í 2008. Hann hevur síðan givið út aðrar tónleikaútgávur og hevur verið rættiliga virkin tónleikari. Hann hevur fleiri ferðir verið at sæð á útlendskum hitt-listum. Hallur hevur framført sínar sangir bæði á føroyskum og útlendskum tónleikafestivalum, eitt nú á G! Festivalinum[2] og á Summarfestivalinum.[3] Í 2011 framførdi hann á Silkeborg Country Festival.[4] Hann hevur fleiri ferðir samstarva við Kristinu Bærendsen, tey hava fleiri ferðir framført sangir saman, t.d. sangin Um tú hevur tað sum eg[5]. Hallur syngur ikki bara nýggj løg men eisini coverløg, harav nøkur eru umsett til føroyskt. Nakrir av kendastu sangunum, sum Hallur Joensen syngur eru: Kyss ein eingil hvønn morgun og Gyltu ljósakrúnurnar. Sangurin Kiss ein eingil hvønn morgun er umsettur úr enskum. í desember 2009 varð Charley Pride í Føroyum og tá framførdu hann og Hallur Joensen sangin Kyss ein eingil hvønn morgun saman. Charley Pride sang á enskum (Kiss an angel good morning) og Hallur sang á enskum og føroyskum.[6] Teir sungu eisini Gyltu ljósakrúnurnar saman á somu konsert, tað fortaldi Hallur fyri áskoðarunum á Silkeborg Country Festival 2011, beint áðrenn hann sang sangin á føroyskum.
Tónleikaútgávur
[rætta | rætta wikitekst]- 2008 - Pickin’ Time In Nashville[7] - Mest selda fløgan í Føroyum í 2008. Fløgan varð upptikin í Nashville.[8]
- 2009 - Smile[9]
- 2011 - Enn stendur hurð mín opin. 13 sangir. 11 av sangunum hava føroysk upprunaløg. Jákup Zachariassen hevur gjørt 10 av hesum løgum, og eitt av løgunum hava Jákup Zachariassen og Kristoffer Mørkøre gjørt saman. Tvey cover-løg eru á fløguni. Tekstirnir hava Martin Joensen, Niclas Johannesen, Jákup Zachariassen og Steintór Rasmussen skrivað.[10]
- 2013 Hallur with Stars and Legends (kom út 3. juni 2013 í Føroyum).[11] Fleiri kendir gestasangar eru við á fløguni, t.d. Bellamy Brothers, Bobby Bare, Jóhanna Guðrún Jónsdóttir, Kris Kristofferson, Charley Pride og Dawn Sears.
Heiður
[rætta | rætta wikitekst]- Í desember 2009 fekk Hallur eitt herðaklapp frá Norðoya Sparikassa, herðaklappið var á 25.000 kr.[12]
- Hallur varð tilnevndur tað føroysku Planet Awards 2010, sum ársins mannligi sangari. (Vann ikki)
- Vann í 2013 føroysku billiardkappingina Haldor Holm Cup á triðja sinni.
- Vann heiðurin sum Ársins sangari í Poppbólkinum á FMA 2014
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ portal.fo, Hallur billard-kongur triðja ár á rað[deyð leinkja]
- ↑ Gfestival.fo
- ↑ Summarfestivalur.fo Archived 2012-02-08 at the Wayback Machine Summarfestivalur 2008
- ↑ Youtube.com Hallur framførir á Silkeborg Country Festival 2011
- ↑ Youtube.com - Um tú hevur tað sum eg - saman við Kristinu Bærendsen
- ↑ Kiss ein eingil hvønn morgun - saman við Charlie Pride í 2009
- ↑ CDbaby.com Pickin' time in Nashville by Hallur Joensen
- ↑ "Hallurjoensen.com". http://www.hallurjoensen.com/?page_id=2. Heintað 2013-01-27.
- ↑ Rateyourmusic.com
- ↑ Birkblog.blogspot.dk In a Town This Size - Slatur úr Føroyum!
- ↑ Kringvarp.fo Hallur Joensen er gestur í Brunsj
- ↑ Aktuelt.fo[deyð leinkja] Hallur Joensen herðaklapp frá Norðoya Sparikassa
Slóðir
[rætta | rætta wikitekst]- Heimasíðan hjá Halli Joensen á Wayback Machine (archived 7 februar 2014)