Mikladalur
Mikladalur | |
Mygledal (danskt) | |
Bygd | |
Mikladalur
| |
Land | Føroyar |
---|---|
Sýsla | Norðoyar |
Oyggj | Kalsoy |
Kommuna | Klaksvíkar kommuna |
Íbúgvar | 29 (2015)[1] |
Postnummur | FO-797 |
Markatal | 24-14-00 |
|
Mikladalur er tann næststørsta, av teimum fýra bygdunum á Kalsoynni. [2] Hon er ein sera lítil bygd við einans 29 íbúgvum í 2014, og íbúgvatalið minkar. [3] Hon liggur nær við vatnið, í einum dali. Bygdin Mikladalur er m.a. kend fyri sínar hegnismenn innan handverk, og eisini var tað her, at kópakonan kom á land og giftist mikladalsmanni. Best kenda søgnin úr Kalsoynni, er søgnin um Kópakonuna í Mikladali.
Tað er ein tunnil frá Mikladali til Trøllanes, ið bleiv opnaður í 1985. Áðrenn tunnlarnar millum bygdirnar komu, kom ein bátur til Mikladals 3 ferðir um vikuna við posti, og alt bygdarfólki máttu oman á keiina at avheinta síni brøv, og hetta kundi verða ein stravin túrur fyri tey gomlu, tí at tað eru 144 trin uppi frá bygdini og oman har báturin legði at. Ferðasambandið í Kalsoynna batnaði munandi, tá ferjulegan á Syðradali varð tikin í nýtslu og Sam fór at røkja siglingina í oynna. Síðan tá er talið av ferðandi økt munandi, og nakað av ferðavinnuvirksemi hevur tikið seg upp í oynni.
Í Mikladali er eisini ein vatnmylla, ið var sera nógv brúkt at trekja korn fyrr í tíðini, áðrenn man byrjaði at dyrka eplir. Vatnmyllan stendur í eini á, sum gongur gjøgnum Mikladal. Myllan verður nýtt á tann hátt, at hon melur við streyminum frá ánni, og so verður kornið mælt í har.
Mikladals kirkja
[rætta | rætta wikitekst]6. juli í 1855 er kirkjusýn í Mikladali, og har siga sýnsmennirnir, at kirkjan er í so ringum standi, at hon ikki kann umvælast, og harafturat er hon ov lítil. Teir ráða tí til, at kirkjan verður niðurtikin og nýggj bygd í staðin. Og av kirkjusýninum, sum verið hevur 12. juni 1860 sæst, at nýggj kirkja er bygd í 1859. Í 1909 skriva íbúgvarnir í Mikladali bræv til Færø Amt, har teygreiddu frá hvussu vánaligum standi kirkjan var í. Aftaná at kirkjuráði, amt ogpróstur høvdu havt drúgt brævaskifti, bleiv tað tó avgjørt, at umbyggja kirkjuna. Frá aldarskiftinum og fram til 1915 var kirkjan í sera ringum standi. Kirkjusýnini hesa tíðina hava nógvar viðmerkingar um, at so er. Aftaná drúgt brævaskifti millum krikjuráð, próst og amt, m.a. um peningaviðurskifti, verður tó avgjørt at fara undir umfatandi umbygging av kirkjuni. Í 1915 byrjar umbyggingin, so núverandi kirkja er bert lutvís nýggj. Veggirnir og skjøldrarnir vórðu munandi hækkaðir, jarntak kom á í staðin fyri tað gamla, sum var skifur; hon var klødd innan við viði, og uttan varð hon pussað. Fyrr vóru eingi vindeygu á norðaru síðu, men nú eru 4 størri og 1 minni á hvørjari síðu. Tornið er av timbri, klætt við jarni, og spírið er smíðað úr jarni við vimpli á. 15. desember í 1915 varð kirkjan so vígd av Fr. Petersen, prósti. Hjástaddir vóru, umframt bygdafólk, Absalon Joensen, sum eitt skifti var prestur í Norðoyggjum, amtmaðurin og sjefurin á danska sjóverjuskipinum Beskytteren, sum kom norður við próstinum og amtmanninum.
Í 2010 er stór umvæling aftur farin fram. Vindeyguni eru skift,múrurin gjørdur, og kirkjan málað. Tó eru tað ymsar ábøturið mangla. Kirkjan er tó væl brúkulig. Tað ganga í dag uml. 20-30 fólk í kirkju til vanligar kirkjugongd. Har eru 3 deknar og ein organistur. Orgulið er elektriskt.
Mentan
[rætta | rætta wikitekst]Standmyndin Kópakonan
[rætta | rætta wikitekst]Standmyndin, Kópakonan, bleiv 1. august 2014 avdúkað á Stórakneysa í Mikladali. Nógv fólk vóru komin til Mikladals at hyggja at løtuni, tá Olivur Joensen, ein av stigtakarnum, handaði Jógvani Skorheim, borgarstjóra í Klaksvíkar kommunu, Kópakonuna.[4] Skráin var rúgvismikil við tónleiki, dansi og sjónleiki. Stóra løtan var tá Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum avdúkaði standmyndina. Fólk í hópatali høvdu lagt leiðina í Kalsoynna, fyri at síggja Kópakonuna í Mikladali; tað vóru eini 2000 fólk við til hátíðardagin, ið var væl fyrireikaður við bussum, sum koyrdu millum Syðradal og Mikladal. Løtan byrjaði við, at Ingibjørg Hansen sang, meðan Rani Nolsøe spældi undir. Eivør Pálsdóttir sang og Maiken Hansen hevði ljóðleikin Kópakonan. Klaksvíkar Dansifelag kvað part av kópakvæðnum og Klaksvíkar Sjónleikarafelag vísti leikin um Kópakonuna.[5][6]
Hans Pauli Olsen, listamaður, hevur gjørt standmyndina úr bronsu. Ein bólkur hevur í nøkur ár arbeitt miðvíst við standmyndini, sum Klaksvíkar kommuna nú eigur og hevur ábyrgdina av at viðlíkahalda. Á fíggjarætlanini Løgtingsins í 2014 vóru játtaðar 200.000 krónur til verkætlanina, sum varð goldin umvegis kontoina "Stuðul til mentan". Bæði Mentanarnevndin og Fíggjarnevndin hjá Klaksvíkar býráð tóku undir við uppskotinum.[7] Kópakonan verður ein ferðafólkaattraktión, segði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður.
Sagnir úr Mikladali
[rætta | rætta wikitekst]Kópakonan
[rætta | rætta wikitekst]Søgnin um kópakonuna, gongur fyri seg í Mikladali, og man hon vera ein tann mest kendasøgnin í Føroyum. Fyrst sigur søgnin okkum, at kópar eru fólk, sum hava stoytt seg oman og hava forkomið sær í sjónum. [8] Tá ið mikladalsdrongurin sær kópagenturnar dansa á helluni, hugsar hann als ikki um, at hann ger seg inn á nakran, hann tekur sær tað, hann vil hava. Hann sær, at hon er vøkur, og tí vil hann hava hana heim við sær til hús, hon skal vera kona hansara. Søgnin sigur frá, hvussu hon gremur seg og bønar og biðir um at sleppa aftur í havið, men har hjálpir ongin bøn, hon noyðist heim við dronginum ellar rættari: “hon fylgir honum eftir húðini, ið hann bar við sær.” og húðin verður síðan læst niður í eina kistu, og lykilin hevur maðurin altíð hjá sær. Frælsishugurin er har framvegis í kópakonuni, tú fært næstan varhuga av, at hon hevur roynt at finna fyrsta møguleika fyri at sleppa leys, og tá tað so gerst veruleiki ein dag, er hon skjót at sleppa sær avstað, tó ansar hon væl eftir, at børnini, hon eigur saman við mikladalsmanninum, ikki skulu koma til skaða, meðan tey eru einsamøll. Hon noyðist tí at gera eitt ræðuligt val, skal hon verða verandi eftir hjá manni og børnum sum ófræls og í kærleiksloysi, ella skal hon fara aftur í havið, har hon í grundini hoyrir heima. Kenslukuldin hjá mikladalsmanninum kemur enn einaferð fram, tá menn skulu fara á látur at sláa kobbar, og kópakonan vísir seg fyri honum í dreymi og biðir hann ikki drepa brimilin, tí tað er maður hennara og biðir hann eira tveimum hvølpum, tí tað eru synir teirra.
Páll fangi
[rætta | rætta wikitekst]Páll fangi og Jákup Urni
[rætta | rætta wikitekst]Eitt gamalt orðatak livir enn frá teirri tíð, tá ið Páll fangi livdi. [9] Longu tá hevur tað ivaleyst verið gamalt. Meðan Páll sat fastur í Havn, hevði ein, ið nevndist Jákup Urni til arbeiðis at passa upp teir fastsettu. Strong vóru korini fyri ein slíkan fangapassara. Søgn er, at hann, ið av gáaloysi læt ein fanga sleppa burtur, skuldi verða lívleysur. Einaferð, ið Jákup Urni kom inn við mati til Páls, tók Páll nakað av matinum og koyrdi tað í fikku sína, og síðani tók hann við allari megi Jákup niður á báðar akslar, so Jákup small í gólvið. Síðani tók Páll til dyrs og niðan í hagan. So skjótt sum Jákup kom aftur fyri seg, skundaði hann sær at siga frá, hvussu vorðið var; hann tók tá til orða: "Betri er lív at tróta enn leistrar". Maður fór tá av húsi at leita eftir Páli, sum nú var komin nakað niðan í hagan. Havnarbóndin beitti hundin eftir honum, tí í kapprenningini sýntist at dragna millum havnarmenn og Pál. Tá ið hundurin var komin tætt til Páls, tveitti Páll honum nakað av tí mati, hann hevði stungið til sín áður. Hundurin legðist at gnaga, og Páll kom undan í hesi syfti. Aðra ferð fekk bóndin beitt hund sín eftir Páli. Men Páll fekk hundin frá sær á sama hátt og slapp soleiðis hesa ferð bæði frá hundinum og havnarmonnum.
Húsa Pætur
[rætta | rætta wikitekst]Pætur og Dósi
[rætta | rætta wikitekst]Pætur og Dósi - báðir húsamenn - ferðaðust ofta saman. Soleiðis verður sagt, at teir báðir einaferð vóru saman í Mikladali. [10] Dósi var leiddur av at bíða eftir felaga sínum og fór undan honum heimaftur. - Nú hetta verður sagt fyri Pæturi, svarar hann blídliga, at Dósi mundi nokk koma at bíða eftir honum kortini. Og hann skundaði sær ikki við at gera seg lidnan. - Tá ið hann umsíðir var liðugur við ørindi síni, fór hann til gongu. Komin niðan á Ennið, var Dósi har. Tað var honum ógjørligt at koma longri, hvussu hann enn royndi, áðrenn Pætur kom.
Kambsrisin
[rætta | rætta wikitekst]Kambsrisin búði í Kaldbakshaga. Hann gjørdi seg einaferð til at fara í Norðuroyggjar. [11] Av Gøtunestindi ætlaði hann at leypa yvir á Kalsoyargalv; annar fóturin kom á helluna vestan fyri Foringaklett við Galvsrætt, sporið eftir honum stendur har enn tann dag í dag og skal vera so stórt sum leggstaðið eftir einum seyð. So illa bar til, at hann var um at fara bakleiðis á sjógvin. Fyri at handa sær, tók hann í hvørjumegin fjallið oman fyri Galvin. Har er nú ein klettur, sum verður kallaður Risahøvdið. Men hvat hendi ikki! Kalsoyggin rivnaði, tá ið hann best hevði fingið hendurnar fyri seg - ein riva kom á hvørjumegin fjallið og gekk líka niður ígjøgnum og er blivin til tvær gjáir. Gjógvin eystanfyri kallast Nesgjógv, og hin vestanfyri verður nevnd Rættargrøv. Tá ið Kalsoyggin sveik og tók á at rivna, misti kambsrisin tak í hana, og hann fór eftir rygginum í Leirvíksfjørð. Andøvsíðan, ið gongur í útnyrðing fram við Kalsoynni, fekk tá fatur í hann og beindi fyri honum. Tað var missur í einum slíkum menni!
Keldulisti
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Hagstova.fo
- ↑ http://www.denstoredanske.dk/Geografi_og_historie/F%C3%A6r%C3%B8erne/Mikladalur
- ↑ http://www.hagstova.fo/fo/hagtalsgrunnur/ibugvar-og-val/folkatal
- ↑ aktuelt.fo - Myndir: Kópakonan avdúkað[deyð leinkja]
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-03-05. https://web.archive.org/web/20160305020825/http://www.nordlysid.fo/kopakonan+i+mikladali+1+aug.html. Heintað 2014-10-21.
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-03-04. https://web.archive.org/web/20160304134150/http://www.sandportal.fo/kopakonan-er-aftur-a-helluni-i-mikladali/. Heintað 2014-10-21.
- ↑ aktuelt.fo - Mikladalur: Kópakonan til heiður og æru[deyð leinkja]
- ↑ V.U. Hammershaimb: Færøsk Anthologi I, 1891
- ↑ Andreas Weihe. 1933. Søga og søgn.
- ↑ Andreas Weihe. 1933. Søga og søgn.
- ↑ Andreas Weihe. 1933. Søga og søgn.
Klaksvíkar kommuna |
---|
Klaksvík | Árnafjørður | Ánirnar | Norðoyri | Mikladalur | Trøllanes | Svínoy |