Hitastigar
Hitastigar.
Menniskju hava brúkt nógvar ymiskar mátieindir til øll møgulig fyribrygdi. Tá talan t.d. er um longd, er ein enskur tummi tað sama sum 2,54 cm. Skalt tú umrokna eina longd í tummum til somu longd í cm, skalt tú falda við 2,54. Skalt tú umrokna frá cm til tummar, gert tú øvugt, tú býtir við 2,54.
So einfalt er tað ikki, tá talan er um hitastigar. Bert tveir av hitastigunum hava absolutta nullpunktið sum 0 stig, allir hinir hava ymisk forskotin nullpunkt.
Nullpunkt
[rætta | rætta wikitekst]Í søguligum høpi er tað ikki so langt síðani, at vísindafólk vitstu, at hiti hevði eitt lágmark, eitt absolutt nullpunkt. Franski alisfrøðingurin Guillaume Amontons samanbar í 1702 rúmdarbroytingar í einum lufttermometri og einum kyksilvurtermometri og kom fram til, at lufttermometrið fór at vera "tómt" við ein hita, sum svarar til umleið −240 °C.
Landsmaður Amontons', Johann Heinrich Lambert, kom í 1779 fram til, at tað absolutta nullpunktið mátti vera áleið −270 °C.
Skotin William Thomson, Kelvin lordur, skrivaði eina vísindagrein í 1848, har hann m.a. roknar absolutta nullpunktið til −273 °C og vísir á, at hiti átti at verið roknaður út frá hesum nullpunkti.
Í søguligum høpi er alt hetta rættiliga seint, og tað er tí kanska ikki so løgið, at teir ymisku hitastigarnir, sum hava verið, hava ymisk nullpunkt. Harafturat hava hitastigar verið, sum hava gingið øvugtan veg - tá hitin veksur, minkar talið á stiganum! Soleiðis var m.a. tann upprunaligi celsiusstigin hjá Anders Celsius, men landsmaður Celsius', kendi plantufrøðingurin Carl von Linné, broytti stigan til tann, vit kenna í dag. Men eisini delislestigin gongur øvugtan veg.
Hitastigar og festipunkt
[rætta | rætta wikitekst]Tær løgnu umrokningarnar koma av, at stigarnir hava ymisk festipunkt og serliga av tí, at teir hava ymisk nullpunkt. Í talvuni ber til at síggja festipunktini fyri teir átta mest vanligu stigarnar. Tjúkk, reyð tøl eru gomul festipunkt, meðan tjúkk, grøn tøl eru galdandi festipunkt. Trýstið hevur týdning fyri fleiri festipunkt og er viðmerkt við trý av teimum.
|
Grafisk samanbering
[rætta | rætta wikitekst]Á myndini eru teir vanligastu átta stigarnir samanbornir grafiskt. Við eini loddrættari striku kanst tú samanbera tølini á øllum stigunum.
T.d. vísa bláu strikurnar, at vatn frystir við 273,15 K = 0 °C = 32 °F = 491,67 °Ra = 0 °Re = 0 °N = 7,5 °Ro = 150 °D,
og reyðu strikurnar vísa, at vatn kókar við 373,15 K = 100 °C = 212 °F = 671,67 °Ra = 80 °Re = 33 °N = 60 °Ro = 0 °D.
Umrokning
[rætta | rætta wikitekst]Í talvuni sæst, hvussu ein roknar frá einum stiga til ein annan. Til ber eisini at brúka lidnar umroknarar á netinum. Eisini er meiri um hvønn stiga í greinini um hann.
|
Ávísingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Umrokning millum Kelvin, Celsius, Fahrenheit, Reaumur og Rankine
- Umrokning, 70 ymiskar mátiskipanir Archived 2018-01-28 at the Wayback Machine
Celsius | Fahrenheit | Kelvin | ||||||||||||
Delisle | Newton | Rankine | Réaumur | Rømer | ||||||||||
Hitastigar |