Jump to content

Delaware

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Flagg Skjøldur
Land: USA USA
Alment mál: Onki
Høvuðsstaður: Dover
Størsti býur: Wilmington
Innlimað: 7. desember 1787
Guvernørur: John Carney (D)
Vídd: 6447 km²
Íbúgvar (2014): 935 614
fyri km²: 139/km²
Tíðarzona: UTC -5/-4
Heimasíða: www.delaware.gov

Stakríkið Delaware (enskt: State of Delaware) er eitt av minstu stakríkunum í Sambandsríkinum Amerika, men er eisini eitt av teimum vakrastu. Íbúgvatættleikin í Delaware á 179/km², er hægri enn í flestu amerikansku statunum. Tann 1. jan. 2015 var íbúgvatalið 935 614. Høvuðsstaðurin eitur Dover. Størsti býur er Wilmington (71 305 fólk) á eysturstrondini við Atlantshav. Næststørsti býurin er Dover. Eyknevni er Hin Fyrsta Staturin (enskt: The First State).

Landalæra

[rætta | rætta wikitekst]

Delaware liggur á Delmarva-hálvoynni millum Maryland og Delaware-víkina. Í norðri hevur Delaware mark við Pennsylvania, í suðri og í vestri við Maryland. Í eystri liggur Atlantshavið. Samlaða støddin er einans 6452 km². Delaware er millum lægsta og slættasta hálvoyggin í USA. Hægsta lendið er ikki meir enn 136 m yvir vatnskorpuni (Ebright Azimuth). Í Delaware er nógv avfall um veturin, og har kann ofta vera kavi.

Delaware plaga amerikanir at býta í 3 partar: New Castle County, Sussex County og Kent County. Stakríkið er vakurt, langir firðir ganga inn í stakríkið og fram við teimum eru ofta stórar skógvaksnar herðar. Áirnar eru nógvir, og av tí nógva avfalli kunna tær ofta vera heilt stríðar. Tann longsta er Delaware River (484 km).

Delaware er nevndur eftir Thomas West, 3. baron “De La Warr” (1577-1618), ið var guvernørur í bretska hjálandinum Virginia. Í 1787 bleiv Delaware lutstatur í USA. Delaware var fyrsta stakríkið í USA. Stakríkið er eisini eitt av ríkastu statum í USA.[1]

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]
  1. http://www.forbes.com/sites/kathryndill/2014/10/13/the-richest-and-poorest-states-in-2014/2/
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið