Jump to content

Ukraina

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Versjón frá 30. mar 2024 kl. 10:20 av InternetArchiveBot (kjak | íkøst) (Rescuing 1 sources and tagging 0 as dead.) #IABot (v2.0.9.5)
(munur) ←Eldri endurskoðan | skoða verandi endurskoðan (munur) | Nýggjari endurskoðan→ (munur)
Україна
Ukrayina
Flagg Ukraina
(Flagg Ukraina)
Skjaldarmerki Ukraina
(Skjaldarmerki Ukraina)
Tjóðarslagorð: Volja, Zlagoda, Dobro
Tjóðsangur: Sjtje ne vmerla Ukraina
Alment mál Ukrainskt
Høvuðsstaður Kyiv
Forseti Volodymyr Zelensky
(Володимир Зеленський)
Forsætismálaráðharri Denys Shmyhal
(Денис Шмигаль)
Fullveldi 1991
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
603 700 km²
7 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2014
 - tættleiki
 
45 426 200
78,0/km²
Gjaldoyra Hryvnia UAH
Tíðarøki UTC +2
Økisnavn á alnetinum .ua
Telefonkota +380

Ukraina (ukrainskt: Україна ella Ukrajina) er eitt land í Eysturevropa við 45,4 milliónum íbúgvum. Tað hevur mark við Russland, Hvítarussland, Pólland, Slovakia, Ungarn, Rumenia, Moldova, ikki-alment viðurkenda landið Transnistria og Svartahavið. Landið lýsti seg sjálvstøðugt í 1991. Ukraina er næststørsta land í Evropa, næst eftir Russlandi, um hugt verður at fermetratalinum. Høvuðsstaðurin er Kiev við 2,6 milliónum.

Á føroyskum verður landið við hvørt stavað Ukreina, men eftir føroyskum stavsetingarreglum eigur tað at verða stavað Ukraina[1].

Kievríkið var eitt land frá umleið 880 til umleið helmingin av 12. øld. Økið fevndi um Dnepr-dalin, ið lá í núverandi Ukraina, men fevndi eisini um partar av tí sum nú er Hvítarussland og partar av dagsins Russlandi. Ríkið fór til grundar eftir mongolsku innrásina, og tað sum nú er Ukraina gjørdust partur av Pólland-Litava, sum var eitt ríki frá 1569 til 1795.

Í 1986 var ringasta kjarnorkuvanlukka í heiminum í Tjernobyl. Geislavirkin evni vórðu spjadd víða um og gjørdu skaða á fólk, djór og umhvørvi, bæði í, men eisini uttanfyri landið.

Víðu, fruktagóðu fløturnar í Ukraina og ovurnógva kolið gjørdu, at landið var eitt hitt sterkasta lýðveldið í Sovjetsamveldinum (1922–1991). Síðan Ukraina fekk sjálvstýri í 1991, hava viðurskiftini við Russland verið vánalig, serliga tí at londini hava ikki verið samd um, hvør eigur skip og vápn, ið vóru samogn í sovjettíðini.

Í apríl 1986 sprongdist ein kjarnorkureaktorur í Tjernobyl norðanfyri Kiev í Ukraina (í Sovjetsamveldinum) og sendi stórt skýggj av geislavirknum evnum upp í luftina. Atvoldin til spreingingina, ið sprongdi alt oman av reaktorinum, var at starvsfólk á verkinum høvdu gjørt royndir, ið myndugleikarnir ikki høvdu givið loyvi til, og høvdu sløkt ávaringar, sum skuldi steðga reaktorinum, skuldi okkurt óhapp verið. Eftir 14 døgum róku geislavirknu evnini víða um heimin við vindinum. Ringasta dálkingin var í Norður- og Eysturevropa, og so langt burtur sum í Sámalandi varð bannað at eta reinsdýra- og neytakjøt, tí so nógv geislavirkin evni vóru mátað í fenaðinum. Spreingingin er heimsins ringasta kjarnorkuverksvanlukka, sum hevur verið á einum kjarnorkuverki.

Politikkur

[rætta | rætta wikitekst]

Uppreistur

[rætta | rætta wikitekst]
Tøl frá ukrainsku myndugleikunum vísa, at 77 persónar eru deyðir og minst 577 løstaðir í februar 2014. Talið á deyðum og løstaðum kann tó vera hægri [2].

Harðir samanbrestir hava verið millum mótmælisfólk og løgregluna í Kiev í februar 2014. Síðani november 2013 hava fólk mótmælt sitandi forsetanum í Ukraina. Støðan er spent í Ukraina, og stúrt verður fyri, at ófriðurin millum andstøðuna og stjórnardeildir, sum hevur verið í høvuðsstaðnum, fer at breiða seg til aðrar býir, og at tað endar við borgarakríggi. Tað byrjaði í november 2013, tá sitandi forsetin Viktor Janukovitsj valdi at lata vera við at skriva undir eina avtalu við ES. Avtalan, sum nógv hildu fór at slóða fyri ukrainskum ES-limaskapi, var klár at skriva undir, men í evstu løtu bakkaði forsetin út. Janukovitsj sá út til at vera fyri avtaluni, men trýst úr Russlandi fekk forsetan at hálsa um, og fyri hann hevði tað størri týdning at vera væl við Vladimir Putin enn at førka Ukraina nærri Vesturevropa og USA. Hetta hevur fingið øði í fólk, sum halda, at tættari samstarv við bæði USA og ES hevði gagnað vanliga ukrainanum nógv meir enn samstarvið við Russland, og tey siga, at Janukovitsj bara arbeiðir fyri tey ríku í landinum [3].

Fyri tað mesta hava mótmælini verið friðarlig, men 1. januar 2014 gjørdust tey harðligari, tí Janukovitsj fyri at steðga mótmælunum setti eina lóg í gildi, sum segði, at øll mótmælistiltøk skulu góðkennast av stjórnini, og at brot á lógina kann revsast við upp í tíggju ára fongsli. Lógin segði millum annað eisini, at fólk, sum møttu upp til mótmælini við maskum ella í hjálmi, skuldu fáa stórar bøtur. Nógv halda, at stjórnin við hesum vil skerja teirra rættindini, og eftirhondini er mótstøðan ikki bert ein rørsla fyri ES-limaskapi, men ein rørsla ímóti sitandi stjórnini, sum eisini verður løgd undir at vera korrupt. Sagt verður frá, at løgreglan fer harðliga fram móti mótmælisfólkum, og píning og eyðmýking av tiknum mótmælisfólkum er gerandiskostur. Tað er servanda løgregluliðið Berkut, sum hoyrir undir innlendisráðið, ið hevur til uppgávu at hava eftirlit við stórum mannamúgvum. Berkut er tiltikið fyri at brúka harðskap til at røkja sína uppgávu, og Amnesty International hevur longu heitt á myndugleikar um at kanna søgur um óneyðugan harðskap frá Berkut í sambandi við mótmælini. Amerikanski varaforsetin Joe Biden hevur tosað í telefon við Janukovitsj í februar og hevur heitt inniliga á hann um ikki at brúka harðskap til at steðga mótmælunum. Sambært USA hevur ukrainska stjórnin eina ábyrgd av at loysa spenningin millum partarnar [4].

Landafrøði

[rætta | rætta wikitekst]
Í Ukraina er tað størsta fruktagóða slættlendið í Evropa.

Kyiv er høvuðsstaðurin í Ukraina. Har eru m.a. nógv gomul kleystur og gamlar kirkjur. Odessa er ein stórur havna- og ídnaðarbýur. Har eru eisini stórar skipasmiðjur og kornsiloir. Kharkiv og Donetsk eru eisini stórir ídnaðarbýir, har verða landbúnaðarmaskinur framleiddar. [5]

Størstu býirnir í Ukraina:

Næstan alt Ukraina er opið landbúnaðarlendi. Har var kornkamarið í Sovjetsamveldinum, men har er eisini ídnaður. Tey framleiða t.d. nógv stál, klæði, kol og maskinur. Ukraina hevur verið tætt knýtt til Russland, tí landið hevur fingið at at kalla alla orku frá russiskum gassi. Hetta er upphavið til fleiri kreppur millum londini síðani Sovjetsamveldið fór í søguna í 1991. Ukraina hevur eisini havt trupulleikar við at gjalda fyri gassið. Í 2015 ynskir Ukraina at keypa gass frá øðrum, og tá er tað fyrst og fremst gass sum Noreg og Bretland framleiða.[6]

Landbúnaður

[rætta | rætta wikitekst]

Besta jørðin er í Eysturukreina, sonevnda svarta jørðin [7]. Á ovurvíðu fløtunum eru akrar, so langt eygað ber. Her er ikki so nógv avfall sum í til dømis kaukasuslýðveldunum, men breiðu, møku áirnar, tær størstu eru Dnjestrá og Dneprá, gera at væl ber til at veita vatn á fruktagóðu, svørtu moldina. Næstan 75% av Ukraina eru fruktabarar fløtur, nevndar steppur. Stórur partur av hesum flatnalendi er veltur og av bestu kornjørð.

Ukraina varð kallað "kornbing í Sovjetsamveldinum" [8], tí at so nógv korn, til dømis bygg, havri, bókhveiti, mais, hveiti og rúgur, kom haðan. Yvir 23% av øllum kortinum, Sovjetsamveldið brúkti í 1990, varð velt í Ukraina. Mesta fólkið býr eisini á bygd og fæst við jarðarbrúk, tað ger, at tey eru sjálvbjargin við mati. Breyð er høvuðsmatur og verður etið allar máltíðir. Ukrainar baka alskyns sløg av breyði, t.d. kornbreyð, fullkornsbreyð og rugbreyð.

Í Ukraina er nógv til bæði av jarni og koli, og har eru mangir stórir ídnaðarbýir. Í Donetslækkanum eru t.d. størstu kolalindirnar í Evropa. Her eru eisini nógvur ídnaður og kola- og vatnorkuverk, sum veita fimtstørstu stál- og jarnvirkjum í heiminum ravmagn. Aðrar verksmiðjur gera metalið til og smíða maskinur og skip burtur úr tí. Men mong nám og mangar verksmiðjur geva lítið av sær, og ídnaðinum tørvar nýíløgur. Nógvur metalmálmur, til dømis blýggj, kopar, uran, sink, jarn og mangan, koma hiðani.

Í Ukraina eru viðurskiftini ring ímillum upprunafólkið og mongu russararnar, ið vórðu eggjaðir at flyta higar í sovjettíðini. Fimtingurin av fólkinum eru russar í 2010. Sovjettstýrið í Moskva royndi at fáa burtur munin ímillum fólkasløgini í Sovjetsamveldinum og noyddi tey, ið ikki vóru russar, at læra seg russiskt og taka við russiskari mentan, so at tey skuldu gloyma sína egnu mentan.

  1. "Archive copy". http://malrad.fo/page.php?l=fo&MenuitemId=53&Id=53&s22=U. Heintað 2018-01-11. 
  2. http://www.nrk.no/nyheter/1.11559634
  3. http://www.bbc.co.uk/news/world-middle-east-26248275
  4. http://www.foxnews.com/world/2014/02/20/timeline-key-events-in-ukraine-protests/
  5. "Archive copy". http://www.landsider.no/land/ukraina. Heintað 2011-06-09. 
  6. http://www.wsj.com/articles/ukraine-to-temporarily-stop-buying-natural-gas-from-russia-1427126112
  7. "Archive copy". https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/fields/2116.html?countryName=Ukraine&countryCode=up&regionCode=eu&#up. Heintað 2011-06-09. 
  8. http://www.snl.no/Ukraina/n%C3%A6ringsliv
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið