Ørn
Appearance
Ørn | ||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Støða | ||||||||||||
Vísindaflokking | ||||||||||||
|
Ørn (frøðiheiti - Aquila etc. spp.) er stórur ránfuglur av heykaætt. Ein tann størsti og tignarligasti ránfuglurin er avstralørnin við sínum sýlda veli. Flogið er 2,5 m. Ein ørn kann gerast 50 ára gomul. Ørnir eru av mest hóttu fuglasløgum, tí tær verða so nógv jagstraðar, og eisini eru tær í vanda av umhvørviseitran. Tær síggja eina best av øllum djórum á jørðini og kunnu síggja eitt djór 3,5 kilometrar burturi. Flestu ørnir verpa tvey egg. Ofta drepur ungin, sum kemur fyrst úr egginum, hin, tá tað seinna eggið klekist. Eftir at talið av ørnum í Skandinavia hevur verið fallandi seinastu 50 árini, er tað nú vaksandi aftur.
Slag
[rætta | rætta wikitekst]- Aquila chrysaetos (Kongaørn)
- Hieraaetus pennatus (Velbrún ørn)
- Haliaeetus albicilla (Havørn)
- Pandion haliaetus (Fiskiørn)