Sun Yat-sen
Sun Yat-sen (孫逸仙 kantonesiskt; upprunaliga nevndur Sun Wen (孫文); 12. november 1866 – 12. mars 1925) var ein kinesiskur revolutionerur og politiskur leiðari, sum ofta verður umrøddur sum "Faðirin hjá tí nýmótans Kina". Sun spældi ein stóran leiklut í at koppa Qing-dynastiið í 1911 við Xinhai-kollveltingini. Hann var tann fyrsti forsetin hjá Lýðveldinum Kina, tá tað varð sett á stovn í 1912. Seinni var hann við til at seta á stovn Kuomintang (KMT) og var fyrsti leiðarin har. Sun var en samlandi persónur í tí post-koloniala Kina, og blívur við at vera serstakur millum kinesisku leiðararnar í 20. øld við at vera væl dámdur bæði í Folkalýðveldinum Kina og Teivan.