Midway Islands (enskt)
Pihemanu Kauihelani (hawaiianskt)
Kort av oynni.
Kort av oynni.
Landafrøði

Vídd 6,23 km²

Umsiting
Land USA USA
Íbúgvalæra
Fólkatal 40 (2011)

Midwayoyggjar (28.12° norðurbreidd, 177.22° vesturlongd) (á hawaiianskum Pihemanu Kauihelani) er ein oyggjabólkur sum hoyrir til USA. Oyggjarnar eita Midway Islands á enskum. Midway er m.a. gitin frá Seinna heimskríggi. Bardagin við Midway fór fram bara seks mánaðar eftir álopið á Pearl Harbor, og hetta var ein avgerandi flotabardagi undir 2. veraldarbardaga.

Har verpur eitt slag av albatrossi, sum á enskum eitur Laysan Albatross.[1]

Landalæra

rætta

Oyggin Midway liggur mitt í norðara Kyrrahavinum, og var funnin so seint sum í 1859.


Midwayoyggjar er ein oyggjabólkur, sum liggur í Kyrrahavinum millum Hawaii og Wake.

Hon hevur tropiskt veðurlag.

Oyggjar

rætta
 

Í Midwayoyggjum eru 3 oyggjar.

Navn Stødd í ha
Sand Island 486
Eastern Island 135
Spit Island 2
Midway 623

Bardagin við Midway

rætta

4. juni í 1942 loypa japanar á Midway. Japan hevði ikki sent USA krígsavbjóðing, tá ið teir lupu á Midway, sum kanska var týdningarmesta herflotahavnin hjá USA í Kyrrahavinum. Amerikonsk stríðsflogfør við torpedobumbum søktu japonsk skip.

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
  1. http://www.fws.gov/nwrs/threecolumn.aspx?id=2147502885