Madagaskar
Madagaskar er ein oyggj í Afrika. Fólkið er komið bæði úr India og Afrika. Har eru bæði katolikkar og trúbótarmenn. Madagaskar er úti fyri eysturstrond Afrika. Alt síðan frumøld hevur oyggin verið avbyrgd frá øðrum londum, og tí eru plantur og dýr her, sum ikki eru nakra aðrastaðni í heiminum. Flestu fólk í Madagaskar eru bøndur, sum hvørt ár rudda sær eitt stykki at velta í. Týdningarmesta útflutningsvøran er vanilja, ið verður nýtt til ís, koladrykkir og køkubakstur. Siður er, at konufólkini hava prýðiligt og margbroytt hársnið, ið vísir, hvørji bygd tey eru úr.
Lýðveldið Madagaskar |
||||||
---|---|---|---|---|---|---|
|
||||||
Slagorð: | ||||||
Tjóðsangur: Ry Tanindrazanay malala ô! O, elskaða land hjá okkara ættarfólki! |
||||||
Staðseting av Madagaskar (appilsingult) – í Afrika (ljósablátt & myrkagrátt) |
||||||
Høvuðsstaður og størsti býur | Antananarivo 18°55′S 47°31′E / 18.917°S 47.517°E | |||||
Almenn mál | ||||||
Etniskir bólkar (2004[2]) | ||||||
Íbúgvanavn | Malagasy[3] | |||||
Stjórn | Unitary semi-presidential lýðveldi | |||||
- | Forseti | Richard Ravalomanana | ||||
- | Forsætisráðharri | Christian Ntsay | ||||
Lóggávuting | Tjóðarting | |||||
- | Yvirhúsið | Senatið | ||||
- | Undirhúsið | Tjóðarsamling | ||||
Independence | ||||||
- | frá Fraklandi | 26. juni 1960 | ||||
- | Núverandi grundlóg | 17. november 2010 | ||||
Øki | ||||||
- | Tilsamans | 587,041 km2 (47.) 226,597 sq mi |
||||
- | Vatn (%) | 0.009% | ||||
Fólkatal | ||||||
- | 2023[4] meting | 28,812,195 (52.) | ||||
- | 1993 fólkateljing | 12,238,914 | ||||
- | Tættleiki | 35.2/km2 (174.) 91,1/sq mi |
||||
GDP (PPP) | 2014 meting | |||||
- | Tilsamans | $33.642 milliardir[5] | ||||
- | Fyri hvønn | $1,429[5] | ||||
GDP (nominelt) | 2014 meting | |||||
- | Tilsamans | $11.188 milliardir[5] | ||||
- | Fyri hvønn | $475[5] | ||||
Gini (2010) | 44.1[6] medium |
|||||
HDI (2013) | 0.498[7] low · 155th |
|||||
Gjaldoyra | Malagasy ariary (MGA) | |||||
Tíðarsona | EAT (UTC+3) | |||||
- | Summar (DST) | not observed[8] (UTC+3) | ||||
Koyring í | høgru síðu | |||||
Telefonkota | +261[8] | |||||
Internet TLD | .mg |
Í 1896 løgdu fransmenn oynna undir seg og høvdu hana til 1961. Tá fekk hon sjálvstýri undir navninum Malaagssy. Í 1960 fekk Madagaskar støðu sum sjálvstøðugt ríki.
Landafrøði
rættaÚti í Indiahavinum eystan fyri Afrika er oyggin Madagaskar. Madagaskar er 5 ferðir so stór sum Ísland, á henni búgva okkurt um 20,6 mió. fólki. Oyggin er mest sum øll ein háslætti við djúpum gjáum og stórum dølum. Vindurin liggur mest sum altíð eystan úr havinum, og hann kemur við vátligari luft inn á tær brøttu líðirnar eystarumegin. Tær eru tí allar avvaksnar við tjúkkum regnskógi. Tá ið vindurin er farin um tey høgu fjøllini, sum eru eystarumegin, og komin vestur á háslættan, er tann nógvi rákin farin úr honum, og hann verður turrari og turrari, longur vestur hann kemur. Tí er eystari parturin av háslættanum savanna og vestari steppa.
Keldur
rætta- ↑ Le Comité Consultatif Constitutionnel (1 October 2010). "Projet de Constitution de la Quatrième République de Madagascar" (in fr). Madagascar Tribune. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 28 June 2011. https://web.archive.org/web/20110628042414/http://madagascar-tribune.com/IMG/pdf/constitution.pdf. Heintað 24 August 2011.
- ↑ "MADAGASCAR: general data". Populstat.info. http://www.populstat.info/Africa/malegasg.htm. Heintað 2013-07-15.
- ↑ "Demonyms – Names of Nationalities". Geography.about.com. http://geography.about.com/library/weekly/aa030900a.htm. Heintað 2013-07-15.
- ↑ "Madagascar". CIA World Factbook. 11. april 2023. https://www.cia.gov/the-world-factbook/countries/madagascar/summaries. Heintað 18 December 2023.
- ↑ 5.0 5.1 5.2 5.3 "Madagascar". International Monetary Fund. http://www.imf.org/external/pubs/ft/weo/2014/02/weodata/weorept.aspx?pr.x=25&pr.y=14&sy=2014&ey=2018&scsm=1&ssd=1&sort=country&ds=.&br=1&c=674&s=NGDPD%2CNGDPDPC%2CPPPGDP%2CPPPPC%2CLP&grp=0&a=.
- ↑ "Gini Index". World Bank. http://data.worldbank.org/indicator/SI.POV.GINI/. Heintað 2 March 2011.
- ↑ "2014 Human Development Report Summary". United Nations Development Programme. 2014. pp. 21–25. http://hdr.undp.org/sites/default/files/hdr14-summary-en.pdf. Heintað 27 July 2014.
- ↑ 8.0 8.1 Bradt (2011), p. 2.