Katólsk kirkja í Føroyum
Katólska Kirkjan í Føroyum er Mariukirkjan í Tórshavn. Mariukirkjan er miðdepil fyri katólsku kirkjuna í Føroyum, ið telur umleið 130 fastbúgvandi katolikkar úr 23 ymiskum londum (2004).
Søga
Árið 999 sendir Ólavur Trygvason, Kongur Noregs, Sigmund Brestisson til Føroya saman við prestum at skíra fólkið og kenna teimum tað fremsta í teirri kristnu trúgv. Innihaldið í kristindóminum, kirkjulæran, var rómversk katólsk.
Í árinum 1100 verða Føroyar skipaðar sum eitt bispadømi, og í 1111 varð fyrsti bispurin settur í Kirkjubø, har bispasetrið var. Har sótu tey næstu 400 árini 34 katólskir bispar.
Tann seinasti av hesum var Ámundur Ólavsson, sum sat í embæti sínum til í 1538. Christian III hevði avtikið norska ríkisráðið í 1535, og gjørt Noreg (og Føroyar) til danskt land. 1537 avgjørdi kongur, at trúbótin skuldi galda fyri Noreg og hervið eisini fyri Føroyar. Við siðaskiftið varð gamla biskupsembætið avtikið, somuleiðis prestaskúlin; og øll tann jørðin, sum katólska kirkjan átti í Føroyum, fór undir kong. Kirkjumálið varð danskt.
Eftir trúarfrælsið í 1849 vórðu royndir gjørdar at stovna katólsku kirkjuna aftur í Føroyum. Georg Bauer prestur, slektaður úr Bayern, kom til Føroyar í 1857. Hann bygdi eina kirkju í Rættará. Tá Bauer prestur umleið 1880 fór úr Føroyum, var eingin at taka við starvið hansara. Í 1900 var tað bert ein katólsk kona í Hvítanesi.
Í 1931 varð katólska kirkjuliðið endurreist. Tveir nýlærdir prestar, E. G. Boekenogen og Thomas King, vildu fegnir átaka sær starv í Føroyum. Í húsi Fransiskanasystranna, ið komu til Føroya sama árið, varð ein lítil kirkja vígd tann 23. mai 1931. Millium tey fyrstu, ið leitaðu til kirkjuna, vóru nøkur gomul, sum í barnaárunum komu í kirkju hjá Bauer presti.
Skjótt var kirkjan í Bringsnagøtu ov lítil, og saman við tí nýggja skúla Fransiskanasystrarnar lótu byggja, varð eisini bygd ein vøkur kirkja, ið var vígd 19. desember 1933.
Mariukirkjan, sum nú er, varð vígd tann 30. August 1987. Fyrra Mariukirkjan var bygd upp í Sankta Frans skúlan á Varðagøtu. Í hesi kirkjuni kemur kirkjuliðið saman at halda messu, og her birtir alt upp undir bøn og kvirru. Urtagarður er um kirkjuna, og her vaksa alskyns urtir, summar stava frá londum á sunnaru hálvu, ið hava somu gróðrarlíkindi sum her á landi. Ein mynd um, at Mariukirkjan hoyrir upp í alheims katólska felagsskapin.
Kelda
- Postverk Føroya (public domain)