Jump to content

Sápmi

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Sápmi (samiskt: Sámeednam) eru ein partur av Noregi, Svøríki, Finnlandi og Russlandi. Sámarnir hava búð í Sápmi í túsundtals ár, og teir hava leingi einki stórvegis samband havt við umheimin.


Hvør?

Sámiska búøkið, Sápmi, røkkur frá eysturstrondini á Kolahálvoynni (Russlandi), um alt Norðurnoreg, inn í Norðurfinnland og Norðursvøríki suður til Jämtlands og Idre. Tað eru um leið 60.000 sámar í Sápmi. Av teimum búgva uml. 35–40.000 í Noregi, 6000 í Finnlandi, 15–20.000 í Svøríki og 2000 í Russlandi. Tølini eru tó óneyv og byggja á metingar. Til eru kanningar, sum benda á, at talið er lágt sett og at nógv fleiri hava røtur í sámiska fólkinum, men mong vita tað kanska ikki ella vilja ikki kennast við tað.

Mynd:Sápmi.png
Kort yvir Sápmi


Samiskt mál

Sámiska málið verður vanliga býtt í trý máløki: eystursámiskt, miðsámiskt og suðursámiskt. Mett verður, at harumframt eru um leið 20 000 sámar, sum duga nakað av sámiskum. Kanska eini 85–90 % av øllum, ið tala sámiskt, tala norðursámiskt. Tað eru orð í sámiskum, sum tað ber til at fylgja fleiri enn 6000 ár aftur í tíðina, t.d. njuolla (pílur), juoksa (bogi), suotna (sina), guolli (fiskur), njoammil (hara) - Dømini eru á norðursámiskum.