Puerto Riko
| |||
Tjóðarslagorð: "Juan es su nombre" (enskt: "John is his name") | |||
Tjóðsangur: "La Borinqueña" | |||
Alment mál | Spanskt, Enskt | ||
Høvuðsstaður | San Juan | ||
Presidentur | Barack Obama | ||
Guvernør | Alejandro Javier García Padilla | ||
Fullveldi | Onki1 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
8 959 km² 1,6 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2010 - tættleiki |
3 752 789 418,8/km² | ||
Gjaldoyra | Amerikanskur dollari | ||
Tíðarøki | UTC -4 | ||
Økisnavn á alnetinum | .pr | ||
Telefonkota | +1
| ||
1Puerto Riko hevur sjálvstýri, men er undir amerikonskum yvirræði. |
Puerto Riko (spanskt: Estado Libre Asociado de Puerto Rico, enskt: the Commonwealth of Puerto Rico) er eitt amerikanskt hjáland í Karibia. Á Puerto Riko hevur USA ræðið, og hevur tað gjørt nógv fyri at bøta um teir ymsu vinnuvegirnar; men landið er so tættbygt, at tað føðir ikki fólkið, og nógv fólk flytur til USA.
Gjaldoyrað, ið nýtt verður, er amerikanskur dollari (USD).
Fólkið
Flestu puertorikanar eru av spanskari og afrikanskari ætt. Flestu fólk búgva í býum, og ein triðingur av fólkinum í landinum býr í høvuðsstaðnum (San Juan). Fólkavøksturin ger, at mong mega búgva í húsum, ið verða reist stutt frá stóru býunum. Summi flyta til USA og búseta seg har. Flestu fólk hava góð kor, og útbúgvingarverkið og heilsuverkið eru væl fyri.
Søga
Spania legði landið undir seg stutt eftir, at Kolumbus kom hagar, og tað var spanskt hjáland til í 1890-árunum, tá ið USA legði landið undir seg. Hóast spanskt er alment mál í Puerto Riko, er landið tætt knýtt aftur at USA.
Búskapur
Lágur skattur og bílig arbeiðsmegi fingu mangar amerikanskar fyritøkur at flyta higar, og hetta hevur elvt til støðuga búskaparliga framgongd. Týdningarmesti ídnaðurin í Puerto Riko er klædnavirking.
Landafrøði
Veðurlagið er heitt tropuveður. Kort yvir Puerto Riko: