Brunei
Brunei (maleisiskt: Negara Brunei Darussalam) liggur í landsynningshorninum av Ásia. Brunei hevur bara mark við Maleisia. Inni í landspartinum Sarawak á Borneo í Maleisia er lítla landið Brunei. Inni í landinum er regnskógur; fram við strendurnar er slætt og mýrilendi. Landið var einaferð ein gloymdur blettur í bretska heimsveldinum og skjól hjá sjórænarum; men hetta varð alt fullkomiliga broytt, tá ið olja varð funnin har í 1929. Nú er Brunei eitt tað ríkasta landið í Ásia og vælferðarsamfelag. Fólkið rindar ikki skatt, og útbúgving, heilsurøkt og eftirlønarskipanir eru ókeypis. Men øll politisk andstøða er bannlýst.
Ríkisovastin í Brunei er av ríkastu monnum í heiminum. Olju- og gassríkidømi landsins fyri at takka eigur Hassanal Bolkiah ognir fyri einar 160 milliardir krónur; sjálvur vil hann vera við, at so nógv eigur hann ikki. Í høvuðsstaðnum í Brunei, Bandar Seri Begawan, hevur hann latið byggjað og sjálvur goldið størstu mosku í heiminum. Hon kostaði 3 milliardir krónur.