Tonga
| |||
Tjóðarslagorð: Ko e ʻOtua mo Tonga ko hoku tofiʻa (tonganskt), God and Tonga are my Inheritance (enskt) | |||
Tjóðsangur: Ko e fasi ʻo e tuʻi ʻo e ʻOtu Tonga | |||
Alment mál | Tonganskt, Enskt | ||
Høvuðsstaður | Nukuʻalofa | ||
Kongur | George Tupou V | ||
Forsætisráðharri | Lord Tuʻivakanō | ||
Fullveldi | 4. juni 1970 (frá Bretland) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
748 km² 4.0 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2009 - tættleiki |
104,000 139/km² | ||
Gjaldoyra | Paʻanga (TOP) | ||
Tíðarøki | UTC +13, UTC +14 | ||
Økisnavn á alnetinum | .to | ||
Telefonkota | +676
| ||
Kongsríki Tonga (tonganskt: Puleʻanga Fakatuʻi ʻo Tonga, enskt: Kingdom of Tonga) er oyggjaland í Kyrrahavi. Høvuðsstaðurin eitur Nukuʻalofa.
Søga
Polynesar nomu land á Tongaoyggjum um 1300 f.Kr. Teir búsettust fram við eini stórari lón norðarlaga á størstu oynni Tongatapu. Øldir liðu, so fekk ein valdsharrastætt ræðið yvir oyggjunum, men um 1200 e.Kr. stýrdi Tui-Tonga-ættin øllum oyggjunum úr høvuðssæti sínum í Mu'a-økinum í landnyrðingspartinum í Tongatapu. Um 1400 bygdu teir sær stórt høvuðssetur í Mu'a. Uttan um varð gjørt verndarvirki og virkisgrøv, og fyri innan vóru mong hús til høvdingarnar, húski og tænastufólk teirra. Tonga hevði lítið samband við umheimin, men menningin stóð við. Tui-Tonga-ættin hevði stýrt í meira enn hundrað ár, og ávirkanin frá teimum varð borin út um Tongaoyggjar til aðrar oyggjar í Polynesia.
Bøndurnir fóru á marknaðin í bygdini at selja vørur og grøði sína, mest bananir, søtepli, kopra (turkað kokusnøt), tapioka, yam og breyðfrukt. Fruktagóða jørðin og tropiska veðurlagið gjørdu, at væl fruktaði á Tonga. Teir veiddu eisini stóran fisk, til dømis háv og tunfisk. Agnið varð goymt í postalínskúvingum, tá ið útróðrarmenninir royndu eftir fiski og til dømis høgguslokki. Polynesar høvdu bátar, tá teir á hvørjum ári sigldu ímillum oyggjarnar. Annars vóru bátarnir loystir hvør frá øðrum og nýttir til dømis flutnings og útróðurs.
Tonga var ein av teimum fáu oyggjaflokkunum í Polynesia, sum hevði yvirstætt og tignarskipan, ið hevði valdið yvir øllum fólkinum. Meðan yvirstættin helt ting, vóru serligir tingsiðir, har teir ráðandi drukku ein sterkan rúsandi løg "kava", sum var bryggjaður av einari rót. Um 1500 tók onnur ætt við stjórnarvaldinum og stýrdi eina tíð, til Tui-Kanokupolo-ættin, sum enn stýrir í Tongaoyggjum, tók við.