Munurin millum rættingarnar hjá "Amin"
Appearance
Content deleted Content added
WikitanvirBot (kjak | íkøst) s r2.7.1) (bottur broytur: bg:Амин |
Idioma-bot (kjak | íkøst) s r2.7.3) (bottur leggur aftrat: lt:Aminai |
||
Linja 63: | Linja 63: | ||
[[kk:Аминдер]] |
[[kk:Аминдер]] |
||
[[ko:아민]] |
[[ko:아민]] |
||
[[lt:Aminai]] |
|||
[[lv:Amīni]] |
[[lv:Amīni]] |
||
[[mk:Амин (хемија)]] |
[[mk:Амин (хемија)]] |
Endurskoðan frá 25. des 2012 kl. 15:47
Ein amin er felagsheiti fyri ein funktionellan bólk og eitt lívrunnið mýl ið hevur hendan bólkin í sær. Aminir eru uppbygtar sum eitt ammoniakmýl við einum ella fleiri av teimum trimum hydrogen atomunum skiftum út við aðrar bólkar. Aminir verða nevndar við endingini -amin um talan er um einfald, smá mýl. Aminbólkurin kann eisini nevnast í heitinum við amino-.
Aminir verða deildar í tríggjar bólkar:
- Primer amin: Nitrogenatomið hevur tvey hydrogenatomir til nábúgvar.
- Sekunder amin: Nitrogenatomið hevur eitt hydrogenatom til nábúgva.
- Tertier amin: Nitrogenatomið hevur onki hydrogen til nábúgva.
Dømi um nakrar aminir:
Nýtsla
Aminir eru sera útbreiddar. Dømi um nøkur evni ið innihalda aminbólkar:
- Í kroppinum: Dopamin, serotonin, adrenalin
- Heilivágur: Morfin, kodein, chlorpromazin
- Rúsevni: Kokain, amfetamin, heroin
- Í natúruni: Nikotin
Framleiðsla
Aminir kunnu framleiðast soleiðis:
- Reduktión av nitril gevur eina primera amin
- Reduktión av amid gevur eina primera, sekundera ella tertiera amin
- Reduktiv amination av aldehyd ella keton gevur eina primera, sekundera ella tertiera amin
- Reduktion av nitrobólki gevur eina primera amin
- Reduktion av imin gevur eina primera ella sekundera amin
- Reduktion av azid gevur eina primera amin
Reaktiónir
Tvey tey týdningarmiklastu sløgini av reaktiónum aminir luttaka í eru:
- Nukleofil substitutión av sýruhalogenidið ella sýruanhydridið gevur eina amid
- Nukleofil substitutión av halogenidið gevur ein útbygta amin