Jólatræ
Eitt jólatræ er eitt granntræ, sum um jóltíð verður sett inn í stovuna í ein jólatræsfót, ið er gjørdur til endamálið, og síðan verður træið pyntað við jólastjørnum, jólahjørtum og øðrum jólatræspyntil.
Søga
rættaÍ 1500 og 1600 talinum byrjaðu týskir handverkarar at hava eina jólaveitslu, har teir settu eitt granntræ upp og prýddu tað. Børnini fingu tær gávurnar, sum hingu á trænum. Í 1605 skrivar ein ókendur, at í Suðurtýsklandi var vanligt at seta eitt granntræ upp inni i stovuni, prýða tað við pappírsrósum, súreplum og øðrum. Hesin siðurin breiddi seg um alt landið, og í Danmark verður hildið at fyrsta jólatræið var pyntað í 1808. Siðurin er komin til Føroya úr Danmark.