Eesti Vabariik
Flagg Estland
(Flagg Estland)
Skjaldarmerki Estland
(Skjaldarmerki Estland)
Tjóðarslagorð: Onki
Tjóðsangur: Mu isamaa, mu õnn ja rõõm
Alment mál Estiskt
Høvuðsstaður Tallinn
Forseti Alar Karis
Forsætisráðharri Kaja Kallas
Fullveldi Frá Russlandi 24. februar 1918, mist juni 1940, frá Sovjetsamveldinum 20. august 1991
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
45 339 km²
4,56
Íbúgvar
 - tilsamans 2017
 - tættleiki
 
1 315 635
29.0/km²
Gjaldoyra Evra
Tíðarøki UTC +2
Økisnavn á alnetinum .ee
Telefonkota +372

Estland er lýðveldi í Norðurevropa. Í suðri hevur Estland mark við Lettland, í eystri við Russland, og í vestri við Eystrasalt og í norðri við Finnlandsfjørðin. Høvuðsstaðurin er Tallinn.

Estland hevur verið bygt í minsta lagi síðan ár 9000 f.Kr.[1]

Landalæra

rætta

Landið er sum øll tey baltisku londini slættlendi, men ikki er meira enn fjórðingurin av tí dyrkaður. Hetta kemur av tí, at jørðin nógvastaðni er so botnvát, at hon ber einki uttan gras. Í støðum eru stórar mýrar, sum teir skera torv í. Mitt í landinum er jørðin betri, og har velta teir væl av korni. Stórir skógir vaksa ymsastaðni, og hópur av viði verður útfluttur.

Politikkur

rætta

Í mei 2008 varð Jóhan Páll Joensen útnevndur til konsul fyri Estland av Matti Maasikas aðalskrivara í estlendska uttanríkisráðnum.

Estiskir forsætismálaráðharrar

rætta

Búskapur

rætta

Av ídnaðarvaru gera teir pappír, sement og klæði. Nú á døgum er stórur búskaparvøkstur í Estlandi. Hagtøl fyri tann fyrsta ársfjórðingin í 2011 vísa, at bruttotjóðarframleiðslan var 2,1 prosent størri enn í oktober ársfjórðingi í 2010. Samanborið við januar ársfjórðing í 2010 var vøksturin 8,1 prosent. Hagtølini eisini vísa, at útflutningurin av ídnaðarvørum er vaksin heili 53 prosent samanborið við januar ársfjórðing í 2010. Hinvegin er inflasjónin framvegis stór, 5,4 prosent [2].

Landslutir

rætta

Keldur

rætta
  1. Eesti ajaloo kronoloogia - Eesti Entsüklopeedia. 21.06.2023.
  2. http://finance.yahoo.com/news/Estonias-economy-grew-21-pct-apf-4250818027.html?x=0&.v=2

Ávisingar úteftir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið