Munurin millum rættingarnar hjá "Miðvágur"
Content deleted Content added
Rescuing 2 sources and tagging 0 as dead.) #IABot (v2.0.9.5 |
Rescuing 2 sources and tagging 0 as dead.) #IABot (v2.0.9.5 |
||
Linja 33:
Komin inn í bygdina er møguleiki at fara niðan í [[Kálvalíð]]. Við Kirkjar liggur [[Jansagerð]], tann gamli prestagarðurin. Hesi bæði húsini eru kend fyri søguna um [[Barbara|Barbaru]]. Koyrir tú oman á Vatn, so sært tú kirkjugarðin hjá miðvingum til vinstru. Har liggur eisini tann [[Stóra Bretland|bretski]] kirkjugarðurin. Har liggja nærum allir teir hermenn grivnir, ið lótu lív í [[Føroyar|Føroyum]] undir [[Seinni heimsbardagi|øðrum heimsbardaga]].
Í 2008 varð felag sett á stovn í Vágum, sum skuldi arbeiða við at gera eitt krígssavn. Í 2009 læt [[Krígssavnið]] upp í Miðvági.<ref>{{Cite web |url=http://www.ww2.fo/about/default.html |title=ww2.fo |accessdate=2011-07-16 |archive-date=2011-07-20 |archive-url=https://web.archive.org/web/20110720203218/http://www.ww2.fo/about/default.html |dead-url=yes |archivedate=2011-07-20 |archiveurl=https://web.archive.org/web/20110720203218/http://www.ww2.fo/about/default.html }}</ref> Savnið heldur til í sama bygningi har Bónus og Vága kunningarstova halda til í.
Nógvir túrar kunnu gerast higani úr bygdini. Gongutúrar frá [[Jansagerð]]i, framvið [[Beitinum]], heimið hjá [[Mikkjal á Ryggi]], og niðan í [[Kálvalíð]]. Men er [[Hýsisáin]] lítil, tað er hon helst, tá ið turkur er, so ber til at finna yrkingina, sum [[Mikkjal á Ryggi]] høgdi niður í klettin har í ánni. Eisini ber til at fara ein túr út á [[Bøsdalafoss]] á rossabaki.
Miðvágur hevur virkið ítróttarlív. [[Miðvágs Róðrarfelag]] varð stovnað í 1956 og hevur felagið fýra kappróðrarbátar sum luttaka í FM kappróðri, tó ikki á hvørjum ári, men í 2011 luttóku allir. Triðja hvørt ár er [[Vestanstevna]] í Miðvági. [[MB]] (Miðvágs Bóltfelag) varð stovnað í 1905<ref>{{Cite web |url=http://www.mb1905.fo/00006/00218/ |title=MB1905.fo |accessdate=2011-07-16 |archive-date=2011-07-20 |archive-url=https://web.archive.org/web/20110720203350/http://www.mb1905.fo/00006/00218/ |dead-url=yes |archivedate=2011-07-20 |archiveurl=https://web.archive.org/web/20110720203350/http://www.mb1905.fo/00006/00218/ }}</ref> og hevur lið í 3. deild hjá monnum umframt fleiri barnalið. Flogbóltsfelagið Dráttur varð stovnað í 1983.<ref>[http://www.isf.fo/?page_id=635#26 ISF.fo]</ref>
|